Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tórshavnar kommuna: Væl umtókta sølutorgið í Vágsbotni skal nútímansgerast, so umstøðurnar at keypa og selja í Vágsbotni gerast enn betri.

Teir báðir Mortan Johannesen og Carl August Arge kenna Sølutorgið í Vágsbotni sum sín egna lumma, og tí verða teir tiknir við uppá ráð.

Her eru teir á fundi saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra, Tróndi Sigurðsson, formanni í Byggi- og býarskipanarnevndini, og Kára Johansen, formanni í Havnarnevndini.

Mortan og Carl August hava nógvar spennandi hugsanir um, hvussu Sølutorgið í Vágsbotni kann nútímansgerast - millum annað við at skipa atkomuviðurskiftini øðrvísi og at gera ljósviðurskiftini enn betri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo