Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sambært ný sælendsku tíðindasíðuni NZ Herald hava ferðafólk 13 orsøkir til at vitja Føroyar.

NZ Herald skrivar, at meðan Ísland er komið í neyð av øllum ferðafólkunum, sum vitja har, so finst eitt annað land í Norður Atlantshavinum, ið er so fjarskotið, at tað aldri fær tørv á at stúra fyri einari ferðafólkainnrás.

- Lutfalsliga fá hava varnast Føroyar, men fyri tað er landið ikki minni stórbært (enn Ísland, red) - og hava Føroyar longu etablerað seg sum eitt spennandi ferðamál fyri 2019, skrivar tíðindasíðan millum annað.

Tær 13 orsøkirnar til at vitja Føroyar eru hesar, sambært NZ Herald:

- Lítla Dímun
- Sheep View
- Tórshavn
- Fjøllini í Eysturoy
- Múlafossur
- Undirsjóvartunlarnir
- Sørvágsvatn/Leitisvatn
- Vitin á Kallinum
- Saksun
- Lundalandið í Mykinesi
- KOKS
- Risin og Kellingin
- Norðlýsið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo