Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sunnvá Dahl Rasmussen av Argjum og Martin Høgfeldt Olsen úr Havn, sum eru við í donsku TV2 sendirøðini Nybyggerne, vera aftur at síggja í sjónvarpinum í kvøld.

Hetta er fimta sending av 9 sendingum, ið vera sendar hvørt mikukvøld á TV2 og í Kringvarp Føroya.

Sunnvá og Martin eru 1 av 4 pørum, ið dystast um at innrætta eini hús, púra sjálvi og uppá stutta tíð. Í hvørjari sending er tað eitt ávíst rúm, ið skal innrættast, og síðani eru 2 dómarar, sum meta um avrikini. 

Ein vinnari verður funnin í hvørjari sending, og fær vinnandi parið 20.000 kr at brúka til at byggja víðari fyri.

Stuttligt hevur verið at fylgt teimum í undanfarnu sendingunum. Í seinastu sending skuldu tey gera urtagarð og terassu kring húsini, og eydnaðist tað væl hjá teimum báðum. 

Í sendingini í kvøld skulu tey gera 2 kømur uppá bert nakrar fáar dagar. Tey hava tilsamans 300.000 kr at brúka til at innrætta alt húsið. Tað ræður tí um at spara og at endurnýta lutir, og at gera møblar og annað sjalvi, fyri at halda seg innan fyri fíggjarkarmin. 

Ótrúligt at síggja, hvussu nógv tey kunnu fáa burturúr, bara við at brúka hugflog og at finna ymiskar brúktar lutir til innrættingina.

Tá allar sendingarnar eru sendar, verður ein finala, har eitt av pørunum vinnur húsið til ognar, sum tey sjálvi hava innrættað.

Sendingin í kvøld verður send á TV2 kl. 19.00 og á Kringvarp Føroya kl. 19.50.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo