Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Ósbjørn Jacobsen, stjóri hjá Henning Larsen North Atlantic og Marjun Weihe Thomassen, virkandi stjóri á Landsverki

Ósbjørn Jacobsen, stjóri hjá Henning Larsen North Atlantic og Marjun Weihe Thomassen, virkandi stjóri á Landsverki

Ósbjørn Jacobsen, stjóri hjá Henning Larsen North Atlantic og Marjun Weihe Thomassen, virkandi stjóri á Landsverki

Landsverk: Felagsbygningurin er kjarnin í yvirskipaðari heildarætlan um at savna alt virksemið hjá Fróðskaparsetri Føroya í ein samanhangandi lestrar- og granskingarbýling, sum fevnir um økið á Frælsinum og økið á Debesartrøð.  

Felagsbygningurin skal fyrst og fremst vera eitt livandi lestrarumhvørvi við lesisali, bólkarúmum og krókum, har høvi er hjá lesandi og starvsfólki at hugsavna seg, og her skal fyrisitingin og rektarin eisini hava skrivstovur. Felagsbygningurin skal somuleiðis í mest møguligan mun vera opin fyri almenninginum, sum skal kunna koma til tiltøk, fáa sær okkurt til matna o.s.fr. 

Fróðskaparsetur Føroya vil ganga á odda við burðardyggari og skynsamari bygging, og ynskiligt er, at felagsbygningurin verður ein fyrimynd fyri framtíðar føroyska byggilist, verkfrøði og handverk.  

Landsverk, ið er byggiharri á verkætlanini, hevur undirskrivað ráðgevarasáttmála við Henning Larsen North Atlantic, sum nú byrjar at projektera bygningin fram til seinnu helvt av 2025.  

Ætlanin er at byrja at byggja í 2026. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo