Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um alment 
innlit í tilmælini hjá umsitingini um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir 

Spurningar:
Ætlar landsstýrismaðurin at lata alment innlit ella partsinnlit í tilmælini frá umsitingini um at játta kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir – herundir til ítøkiligt skipakeyp og ískoytiskvotur í 2020 og 2021 – og skrivliga og skjalfesta grundarlagið hjá landsstýrismanninum fyri at vraka tilmælini og velja onnur ístaðin? 

Svar:
Burtursæð frá ávísum upplýsingum eru allar umbønir um innlit játtaðar í umsóknir og avgerðir um tillutan av kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir, og harumframt er innlit játtað í kærur/umbønir um uppafturtøku og avgerðir hesum viðvíkjandi. 

Viðvíkjandi metingum í innanhýsis arbeiðsskjølum, undir hesum metingar í tilmælinum frá umsitingini um at játta kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, er innlit sýtt vísandi til fyrilitið til, at umsitingin skal kunna arbeiða órógvað í sambandi við viðgerðina av málum.

Hetta er í samsvari við fyrisitingarlógina og lógina um alment innlit, og Løgtingsins Umboðsmaður hevur í klagumáli um avgerð Ráðsins at sýta innlit onga viðmerking havt til avgerð Fiskimálaráðsins um at sýta innlit í innanhýsis metingar í hesum skjølum. 

Leggjast skal afturat, at Løgtingsins Umboðsmaður hevur í sama klagumáli viðmerkt, at ein myndugleiki eigur at lata innlit í møguligar upplýsingar - í innanhýsis arbeiðsskjølum - um veruligar umstøður av stórum týdningi fyri málið sambært § 11 i lógini um alment innlit. Í hesum ítøkiliga føri metir Umboðsmaðurin tó, at tilmælið frá umsitingini í Fiskimálaráðnum í síni heild er undantikið almennum innliti í løtuni, eisini viðvíkjandi skylduni í § 11.

Grundarlagið fyri hesum er, at áheitan er latin Løgtinginum um at seta kanningarstjóra eftir § 38, stk. 2 í stýrisskipanarlógini at kanna fyrisitingarligar avgerðir um ítøkiligar útlutingar av fiskirættindum frá 2018 til og við 2021.

Innlit kann tí sýtast í tilmælini í síni heild vísandi til § 13, stk. 1, nr. 6 í lógini um alment innlit.

Landsstýrismaðurin fer tí ikki at lata innlit í tilmælini frá umsitingini at játta kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir.

Árni Skaale
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo