Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyska Sjómansmissiónin: Tíðliga gjáramorgunin kom nýggi kambur, fyrrverandi Veststeinen, á Skála. Tað er felagið M&S Strendur, á Strondum, sum hevur keypt frystilínuskipið úr Norra. Eigarar, familja og vinir tóku ímóti, og bjóðaðu umborð til ein góðan morgunmat.

- Eg haldi hetta er eitt gott skip, hóast tað ikki er nýtt. Tað er bygt í 1998, men nærum øll útgerðin umborð er nógv nýggjar. Tað sigur skiparin og eina av eigarunum Mortan Mortensen.

- Eg kann nevna, at høvuðsmotorurin er frá 2018 og var høvuðsumvaldur í 2023. Ljósmotorarnir eru frá 2023 og verksmiðjan og frystiútgerðin er frá 2013, sigur hann.

- Okkurt smávegis skal gerast við skipið, sum ætlandi tekur umleið tvær vikur. So verður fari til fiskiskap. Fleiri av manningini frá fyrrverandi Kambi koma við, og so hava fleiri spurt um hýru, so vit eru um at verða mannaðir, sigur Mortan Mortensen.

Skipið kemur at eita Kambur. Tað er 47 metrar langt og 10 metrar breitt. Motorurin er Caterpillar og ljósmotorarnir eru Scania. Kambur lastar 360 tons.

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir eigarunum til lukku og Guds signing við Kambi.

Mynd: Mortan Mortensen og Esmar Petersen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo