Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Fyrstu filmar í Filmsfelagnum eru longu settir á skrá í nýggja, spennandi filmsárinum 2017. Hin fyrsti filmurin verður sýndur mikukvøldið 4. januar kl 20, Dræberne fra Nibe, skrivar Birgir Kruse frá Filmsfelagnum. 

Tríggir teir fyrstu leikstjórarnir í Filmsfelagnum í 2017 eru danski Ole Bornedal, svenska Pernilla August og amerikanski Jim Jarmush. 

Sýningarnar í Filmsfelagnum, sum eru almennar, eru annan hvønn mikudag kl 20. Í september eru Filmsdagar í Felag, tá fimm nýggir filmar verða vístir fyri ein bíligan penga - í felag í miðbýnum í Havn. 

Her sæst meri um fyrstu filmarnar í Filmsfelagnum í 2017: leinkja

Filmsfelagið hevur egnan Facebook profil, har sýningar og virksemi annars verður kunngjørt í góðari tíð: leinkja 

Eisini á heimasíðuni hjá Havnar Bio hevur Filmsfelagið egna skrá, har til ber at keypa atgongumerki: leinkja

Ingi Joensen tók myndina av áskoðarum í Filmsfelagnum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo