At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eigararnir handan fiskivinnufelagið ANRU í Hvannasundi, Janus Rein og Gundur Sørensen, hava keypt línubátin Mýling, sum hevur fingið navnið ANRU og kemur inn í felagið í staðin fyri núverandi ANRU.

“Vit eru sera spentir upp á hetta skipið, sum er serstakliga væl útgjørt, serliga tá hugsað verður um støddina á skipinum”, sigur Gundur Sørensen, og sipar m.a. til, at skipið hevur
autolínuskipan, gott og vælskipað dekkspláss at arbeiða fiskin í, umframt kølilast og krapaísskipan, sum gevur serliga góða fiskigóðsku. “Harumframt hava vit tryggjað okkum
eina rúgvu av fiskidøgum, so nú er um at fiska. Vit fara at vera 7 mans við skipinum, og síðani hugsa vit at koyra við hálvaðru manning, tá vit eru komir ordliga í gongd”, leggur Gundur afturat.

Janus Rein sigur í stuttari viðmerking, teir eru ordiliga spentir upp á at koma í gongd við nýggju ANRU, men at teir báðir samstundis ásanna, at tað er við sorgblídni, at teir nú seta fyrru ANRU til sølu, tí báturin hevur riggað serstakliga væl hjá teimum sum útróðrarbátur, umframt at hann er í góðum standi og í millum størstu og best egnaðu útróðrarbátarnar í bólki 5A.

Janus og Gundur ynskja ikki at upplýsa, júst hvussu nógv nýggja verkætlanin hjá teimum kostar, men siga í stuttum, at sæð í mun til støddina á teirra lítla reiðaríi, so er talan um eina risa verkætlan, sum teir persónliga hava sett heilt nógv av peningi í.

Nýggja ANRU er á beding hjá MEST inntil mitt í næstu viku, har skipið verður málað av nýggjum umframt at ymsar ábøtur verða gjørdar. Tá ANRU kemur av beding aftur, fer skipið fyrst og fremst norður til heimbygdina Hvannasund, og síðani verður farið beina leið til fiskiskap.

“Nú byrjar so eitt nýtt kapittul í okkara lítla reiðaríi”, siga Janus Rein og Gundur Sørensen til endans.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo