Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Føroyska Bíbliufelagið: Spildurnýggj myndabók “Mínar yndisbíbliusøgur” er útkomin.

Í bókini eru 36 søgur, ið eru til børn upp til umleið 12 ára aldur.

Allar søgurnar eru sagdar við orðum, sum eru løtt at skilja, og hvør søga vísir til somu søgu í Bíbliuni.

Tí kunna tey eldru børnini finna søgurnar har og sjálv lesa víðari.

Gjøgnum søgurnar læra vit um tann livandi Gud, sum fyrst og fremst elskar heimin og øll, sum hann hevur skapt, við einum óbroytiligum, ævigum kærleika.

Hann er altíð hjá okkum, hvar vit fara, og hann uggar øll, sum syrgja og hava ilt.

Tað er forlagið BÓKIN hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum gevur bókina út.

Hon fæst í bókasølum kring landið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo