Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í 1952 verður eitt lítið grønt skrín funnið í eini brunatoft úti í Tinganesi, og tað fær óhugnaligar og óskiljandi avleiðingar. Í 2022 verður ein politikari dripin og stutt seinni endurtaka hendingarnar frá 1952 seg á Argjum. Halgigripaskrínið er ein William Hammer horror krimi, har eisini Hannis Martinsson nú og tá vitjar inn á pall.

Tey, sum hesa náttina komu framvið húsunum, kendu seg tiknan av einum skelkandi óunnileika. Tá ið tey litu seg íkring at finna út av, hvaðani kenslan stavaði, sóu tey eitt bleikt grønt ljós lýsa úr øllum vindeygum á teimum einsamøllu húsunum. Hóast tað var blikalogn, klamsaði havaportrið sum í illveðrið, og ljóðið fekk tey at hugsa um ein óðan hund. Eingin steðgaði á meira enn eitt andarhald. Uttan at vita reiðiliga hví, fóru tey at ganga skjótari og skjótari. Føturnir fluttu seg títtari og títtari, og at enda runnu tey. Burtur, burtur, inn í myrkrið at krógva seg.

Halgigripaskrínið er gjørd á Føroyaprenti. 300 bls. kr. 298.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo