Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Hugskotið hjá amerikanska forsetanum Donald Trump um at keypa Grønland frá Danmark var ikke bara eitt brádligt hugskot.

Tað skriva rithøvundarnir í eini nýggjari bók um forsetatíðina hjá Donald Trump.

Í bókini skriva høvundarnir, at embætisfólk hjá stjórnini hjá Donald Trump arbeiddu við hugskotinum í fleiri mánaðir, áðrenn tað kom fram í miðlunum á heysti 2019.

Millum annað skriva høvundarnir, at amerikansku embætisfólkini høvdu loyniligar fundir við danska sendimannin í Washington og høvdu orðað eitt upprit um, hvussu málið kundi avgreiðast.

Tann danska stjórnin avvísti beinanvegin hugskotið, tá ið tað gjørdist kent í eini grein í Wall Street Journal.

Donald Trump verður eisini spurdur í bókini, og hann sigur um donsku avvísingina, at Danmark gjørdist fjálturstungið av almennu umtaluni:

- Tá ið málið gjørdist alment, misti Danmark sítt politiska mót, sigur fyrrverandi forsetin.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo