Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Faroe Ship: Faroe Ship verður frá komandi mánadegi knýtt í Orange Line hjá Eimskip, nú nýggj farmaruta verður skipað frá vesturstrond Noregs til Føroya.

Rutan verður røkt av skipunum Svartfoss, Polfoss og Holmfoss, sum fara at skiftast um at koma vikuliga á Havnina beinleiðis úr Noreg. Fráferðin úr Føroyum verður mánakvøld til Scrabster umvegis Grimsby til Velsen í Hollandi. Nýggja siglingarætlanin er eisini ein betran í mun til verandi rutu til Scrabster.

Hetta er eitt frambrot fyri farmaflutning millum Føroyar og Noreg, og eisini er hetta eitt stórt framstig fyri føroysku útflutningsvinnuna, nú tað hvønn mánadag verður gjørligt at senda fisk niður á europeiska marknaðin.  

Bogi P. Nielsen, stjóri á Faroe Ship, fegnast stórliga um nýggju farmarutuna og sær hetta sum ein nýggjan spennandi møguleika innan farmaflutning og eitt stórt framstig í tí tænastu, Faroe Ship kann bjóða føroyska vinnulívinum – bæði tá tað snýr seg um innflutning, og tá tað snýr seg um útflutning.

Fyrsta koma á Havnina frá vesturstrond Noregs verður mánadagin 8. mai, og sama kvøld verður fyrsta fráferðin til Scrabster.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo