

Komandi leygarkvøld verður høvið at hoyra og síggja nýggju føroysku operaina nevnd LJÓS Í LJÓÐI.
Orðini eigur Rói Reynagarð Patursson og tónleikin hevur Kristian Blak skrivað
Ikki er tað ofta at vit í Føroyum kunnu uppliva eina nýggja føroyska opera, tí er er hetta nakað heilt serligt.
Henda uppsetingin er dømi um norðurlendskt samstarv tá ið tað er best. Leikstjóri, sangsolistarnar og dansarnar eru úr íslandi, Føroyum og Grønlandi:
Sangarar eru íslendska Hallveig Rúnarsdóttir (sopran), Elmar Gilbertsson (tenor), Jón Svavar Jósefsson (bass) og grønlendski Miké Thomsen sum eisini dansar. Dansarar eru annars føroyski Búi Rouch og íslendski Stefán Franz Guðnason
Kórsangarar eru nøkur av okkara allarbestu og mest royndu kórsangum. Tónleikurin verður framførdur av bólkinum Yggdrasileru ið hevur manning úr Føroyum, Svøríki og Íslandi.
Leikstjóri/koreografur er íslendska Lára Stefansdóttir og dirigentur Bernharður Wilkinsson, sum er búsitandi í Føroyum. Ljósmeistari er íslendski Árni Baldvinsson, sum eisini er búsitandi í Føroyum.
Pallsnið verður heilt serligt sum vit enn ikki fara at avdúka. Hetta taka Sámal Blak og Lára Stefansdóttir sær av
Dramatiska verkið er ein lýsing av einum persóni. Har eru fleiri 'eg' persónar og bólkar av einstaklingum á palli. Tey lýsa eitt menniskja í fleiri tíðarskeiðum frá byrjan til endan av lívinum, ella aftaná.
Lýsingin verður greitt frá við solo- og kórsangi, skrivað bæði sum partiturtónleikur og improvisatión.
Venjingar eru í løtuni í Norðurlandahúsinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo