Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Nýggja skúlabókin byrjar við fýra søguklípum úr 17. og 18. øld, ið knýta eldru søguna úr fyrru bókini saman við nýggjari søguni, sum er evnið í hesari bókini.

- Tað er ein stór og spennandi uppgáva at gera nýtt søgutilfar til miðdeild í fólkaskúlanum, har saknur leingi hevur verið á nýggjum upprunatilfari til undirvísingina. Eg havi hugt at galdandi námsætlan, har dentur verður lagdur á at taka støði í viðurskiftum, sum eru ítøkilig hjá næminginum, sigur Erling Isholm, høvundar at nýggju søgubókini Søga 5, eitt land í menning. .

Hann sigur, at tríggir partar í bókini taka støði í gerandisdegnum hjá næminginum, har evnini eru fótbóltur, bilar og telefonir, sum hvør í sínum lagi siga søguna um tjúgundu øld og fram til okkara tíð.

- Hetta er ein roynd at gera mangan abstrakta søgu ítøkiliga hjá næminginum. Endamálið er, at næmingurin við hesum evnum gerst tilvitaður um partar av søguni, sum hjá flestu næmingum fylla nógv í gerandisdegnum. Tað eigur at skapa gróðrarbotn fyri størri áhuga og søgufatan, sigur hann. 

Fiskivinnan, sum broytir íbúgvaviðurskiftini, bretska herseting og tann veruleiki, at kvinnur koma á arbeiðsmarknaðin, mynda eisini innihaldið í nýskrivaðu søgubókini, sum er netbók, pappírsbók og læraravegleiðing. Gunvá Magnusen hevur verið ritstjóri, nú Nám gevur út nýggjar søgubøkur til miðdeild í fólkaskúlanum. AnniJanni hava staðið fyri grafiska arbeiðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo