Ein nýggj frágreiðing metir, at 75.000 palestinar vórðu dripnir fyrstu 16 mánaðirnar av krígnum.
Tað eru 25.000 fleiri enn áður mett.
Mikudagin varð ein nýggj frágreiðing almannakunngjørd í læknatíðarritinum The Lancet.
Altjóða granskarar koma við nýggjum metingum av, hvussu nógvir palestinar doyðu í krígnum millum Ísrael og Hamas, sum brast á 7. oktober 2023, og fram til 5. januar 2025, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



