Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hóast teir sum fiska krabba í Noregi fáa meira og meira, so er ikki vist, at tað bara er gott. Tí tað er mangt sum bendir á, at krabbin er fongdur við tungmetallum, serliga Kadmium, sum hópar seg upp í krabbanum og ger, at hann er óegnaður sum mannaføði.

Tað vísir nýggj gransking, skrivar NRK á netinum.

Tað er serliga brúni fiskurin og altso ikki so nógv tann hvíti í krabbanum sum er vandamikil at eta, tí har er so nógv kadmium, sigur granskingin.

Kadmium hópar seg eisini upp í kroppinum hjá menniskjum, og tað kann elva til krabba og gera skaða á nýruni.

Í summum av krabbunum, sum vórðu fiskaðir nærhendis Trøndelag, vóru mongdirnar av kadmium útivið 200 ferðir størri enn tað, sum ES hevur sett sum mark.

Sum tað er nú verður mælt til, at fólk bert eta 14 krabbar árliga. Men verður lagt upp fyri nýggju vitanini, so eigur hetta talið at minkast niður í fimm.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo