Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fróðskaparsetrið: Greinin lýsir og greinir spurningin um samansettu leiklutirnar og samleikarnar, sum pápar í Føroyum hava í dag. Hon tekur støði í empiriskum tilfar úr etnografiskari kanning, har samrøður hava verið gjørdar við pápar kring landið. Greinin viðger spurningin um sokallaða “nýggja mannin”, sum altjóða maskulinitetsgransking síðstu árini hevur arbeitt nógv við.

Er føroyski pápin “modernaður” ella “siðbundin” ella nakað heilt annað? Ella bæði í senn?

Endamálið er at endurtulka ráðandi fatanir av pápaleiklutinum við støði í empiriskum rannsóknum av samskiftinum og samspælinum millum lokal mentanarlig virði og altjóða rák í politiskum og vísindaligum diskursum. Greinin umboðar eitt antropologisk íkast til almenna kjakið um mentan, familjulív, kyn og maskulinitet í einum lítlum samfelagi í broyting. 

Firouz Gaini hevur skrivað hesa greinina, men fleiri aðrir granskarar hava verið knýttir at granskingarverkætlanini, t.d. Jónleyg Djurhuus, Sunniva B. Vang, Runa Preeti og Gunnhild Persson.

Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanina.

Greinin hevur heitið “You Just Throw Yourself Into It”: On fatherhood and family in the Faroe Islands og er prentað í tíðarritinum Kritisk Etnografi.

Lesið greinina her.

Kunning um aðrar nýggjar útgávur hjá Firouz Gaini er at finna á akademiska vanga hansara á pure.fo - her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo