At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur móttikið bræv frá kinesiska myndugleikanum (GACC) um at nýggja heilsuváttanin kann setast í verk frá 1. jan. 2021.

Heilsuváttan
Nýggja heilsuváttanin setir krøv til matvøruvirkir og skip um at fyribyrgja, at fiskavørur ella pakningur verður dálkað við koronu. Slóð til nýggja heilsuváttan til Kina . 

Matøvurvirkir og skip, sum ynskja heilsuváttan til Kina, skulu fylgja vegleiðing frá FAO/WHO "Covid-19 and food safety: guidance for food buisnesses" dagfest 7 apríl 2020, sí slóð

Um matvøruvirkir keypa fisk frá útlendskum skipum, skulu eisini hesi skip vera góðkend í Kina.

Kinalistin
Matvøruvirkir og skip, sum útflyta til Kina, eru á einum góðkendum lista. Nú skulu eisini rávøruveitarar og landingarmiðstøðir á kinalistan. Øll á kinalista skulu upplýsa árliga framleiðslunøgd, og hvussu nógv av hesari er útflutt til kinesiska marknaðin.

Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeiðir eisini við at dagføra kinalistan, men enn er hetta ikki endaliga góðkent av kinesiska myndugleikanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo