Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Føroya Landsstýri vil røkka heimsmálunum hjá Sameindu Tjóðum um burðardygga menning fram til 2030.

Málini mugu mátast fyri at kunna røkkast. Tað hevur tí týdning, at øll lond hava ein skipaðan og einsháttaðan leist at máta gongdina móti málunum.

Í flest øllum londum í heiminum eru tað hagstovurnar, sum hava uppgávuna at máta málini. Í Føroyum hevur Hagstova Føroya uppgávuna.

Málini eru 17 í tali og snúgva seg millum annað um at basa fátækadømi, at veita øllum mat, rættin til góða heilsu, betri útbúgving, javnstøðu, burðardygga orku, minni ójavna, veðurlagsátøk og lívið í havinum.

Hagstova Føroya hevur í tvey ár arbeitt við at veita føroyskar dátur til ávísarnar (en. indicators) til málini. Nú verða tey tøk á nýggjari heimasíðu, sum er ment til endamálið.

Sí heimasíðuna sdg.hagstova.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo