Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú fer at verða lýst eftir verkætlanum, sum kunnu skapa menning og framburð á landbúnaðarøkinum.

Í fíggjarlógini fyri 2022 er ein millión játtað til menningarætlanir.

”Landsstýrið hevur sett sær fyri at slóða fyri menning á landbúnaðarøkinum, og tí er av álvara neyðugt við nýggjum tankum og djørvum verkætlanum”, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.

”Vit kunnu betra skipanirnar, sum skulu vaksa um verandi framleiðslu, men vit mugu fyrst og fremst eggja til nýskapan í landbúnaðinum, og vit eru sera spent at síggja, hvørjar verkætlanir farið verður undir”, sigur Magnus Rasmussen.

Í reglugerðini fyri játtanini stendur m.a., at verkætlanirnar, sum verða stuðlaðar av nýggju játtanina til framburð og menning á landbúnaðarøkinum, skulu fremjast í samstarvi við Búnaðarstovuna. Hon skal tryggja at úrslitini gerast atkomilig hjá almenninginum og tøk hjá øðrum at brúka. Játtanin kann eitt nú verða nýtt til kanningar, skjalfesting og til praktiskar royndir.

Búnaðarstovan fer at lýsa eftir umsóknum á sínari heimasíðu www.bst.fo.

Sí reglugerðina fyri játtanina til verkætlanir fyri framburð og menning á landbúnaðarøkinum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo