Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fróðskaparsetrið: Mikudagin 22. mai klokkan 10 verður nýggj kanning løgd fram á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya um okkara hugburð til Russland og Ukraina.

-    Var tað rætt at gera fiskiveiðisáttmála við Russland fyri 2024?

-    Í hvønn mun skulu Føroyar vera uttanveltaðar í altjóða politikki, og í hvønn mun skulu Føroyar velja síðu og taka støðu til kríggið í Ukraina?

-    Var tað rætt ein røtt avgerð at avmarka atgongdina hjá russiskum skipum til føroyskar havnir?

-    Skulu Føroyar hava tættari samstarv við NATO og loyva hernaðarvenjingum í føroyskum øki?

-    Og skulu Føroyar stremba eftir at skipa ein sjálvstøðugan stat?

Hetta eru nakrir av spurningunum í spildurnýggjari kanning hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum verður løgd alment fram mikudagin 22. mai klokkan 10 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncksgøtu 25 í Havn.

Umleið 700 fólk hava luttikið í kanningini, sum er umboðandi fyri allar føroyingar. Greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað saman hagtølini, og Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur havt ábyrgd av kanningini.

Kanningin er liður í eini størri verkætlan í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið við verkætlanini er at kanna, hvat fólk búsitandi í Útnorði og Arktis halda um altjóða politikk, trygdarpolitikk og nýggjar spenningar millum stórveldini í hesum øki.

Týski felagsskapurin Konrad Adenauer Stiftung hevur fíggjað kanningarnar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi.

Á tiltakinum mikudagin fara Heini í Skorini og Heri Joensen frá greiningarfyritøkuni Lóður fyrst at leggja høvuðsúrslitini í nýggju føroysku kanningini fram. Framløgan fer eisini at samanbera nýggju tølini við eldri tøl frá kanning, sum varð gjørd áðrenn russisku innrásina í Ukraina í februar 2022.

Síðani fer íslendski lektarin í altjóða politikki á Háskóla Islands, Tómas Joensen, at hugleiða um íslendsku kanningina og um munir og líkleikar millum Føroyar og Ísland.

Og í triðja lagi fer týski politikarin Günter Krings frá kristindemokratiska stjórnarflokkinum CDU at hugleiða um Týskland, Evropa og kríggið í Ukraina.

Günter Krings hevur sitið í týska parlamentinum síðani 2002 og hevur m.a. havt uttanríkispolitikk sum politiskt starvsøki. Günter Krings vitjar Føroyar saman við starvsfólkum í Konrad Adenauer Stiftung í sambandi við, at kanningin verður løgd fram.

Tiltakið, sum er alment og ókeypis, byrjar klokkan 10 og endar í seinasta lagi klokkan 11.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo