Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

At taka lýsi, sum inniheldur vitamin D, verjir hvørki móti koronavirusinum, álvarsligari koronu ella øðrum ígerðarsjúkum í andaleiðini.

– Vit eru vísir í at niðurstøðan er sonn, og hetta er ein skuffandi niðurstøða. Tað hevði verið mikið betri um tað hevði verið soleiðis at tókst tú lýsi, ella vitamin D, hvønn dag so vart tú vardur móti covid-19. Men soleiðis er tað ikki, sigur granskarin og læknin Arne Søraas við NTB sambært NRK.

Hann hevur staðið fyri Lýsikanningini, har fylgt var við um 35.000 luttakarum undir alheimsfarsóttini til tess at vita um tað at taka lýsi, sum inniheldur vitamin D, virkar fyribyrgjandi móti covid-19.

Úrslitið av kanningini, sum er nakað seinkað, er almannakunngjørt í medisinska tíðarritinum British Medical Journal (BMJ).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo