Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur móttikið bræv frá kinesiska myndugleikanum (GACC) um fleiri krøv í samband við útflutning av føroyskum fiskavørum til Kina.

Kinalistin
Virkir og skip, sum útflyta til Kina, eru á einum góðkendum lista. Nú skulu eisini rávøruveitarar og landingarmiðstøðir á kinalistan. Øll á kinalista skulu upplýsa árliga framleiðslunøgd, og hvussu nógv av hesari er útflutt til kinesiska marknaðin.

Heilsuváttan
Kinesisku myndugleikarnir krevja, at nýggj heilsuváttan skal setast í verk innan 01.01.2021. Henda váttar, at virkir og skip fyribyrgja, at fiskavørur ella pakningur er dálkað við koronu. Um virkir keypa fisk frá útlendskum skipum, skulu eisini hesi skip vera góðkend í Kina.

Virkir og skip, sum ynskja heilsuváttan til Kina, skulu fylgja vegleiðing frá FAO/WHO "Covid-19 and food safety: guidance for food buisnesses" dagfest 7 apríl 2020, sí  slóð

Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeiðir við at dagføra kinalistan og heilsuváttan til Kina, men enn er hetta ikki endaliga góðkent av kinesiska myndugleikanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo