Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-182/2021 frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingsmanni, um endurnýtslustøðir

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hevur landsstýrið - saman við kommunum og vinnuni - ætlanir um at skipa endurnýtslustøðir, ið hjálpa vinnuni at endurnýta tilfar, sum verður blakað burtur í dag?

2. Um ja, nær verður klárt at nýta endurnýtslustøðirnar?

Til nr. 1 og 2
Landsstýrið er ikki beinleiðis í samband við vinnu og kommunur um endurnýtslustøðir í dag, men landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevur í gjár, 5. mai 2022, sent eina nýggja kunngerð um burturkast út til hoyring.

Tað nýggja við hesi kunngerðini í mun til galdandi kunngerð er, at hon setur karmarnar fyri einum undirstøðukervi til meira endurnýtslu og endurvinning av burturkasti frá húsarhaldum og vinnu, við tí at kunngerðin ásetur, at kommunurnar skulu handfara burturkast sambært fylgjandi raðfesting:

1) endurnýta,
2) endurvinna,
3) gagnnýta á annan hátt,
4) beina burtur.

Kommunan kann einans víkja frá raðfestingini, um tað er umhvørvisliga grundað.

Ein høvuðstáttur í kunngerðini er, at land og kommunur skulu í samráð gera eina landsætlan fyri burturkasti, og henni á baki eina kommunala ætlan fyri burturkasti, sum skal seta landsætlanina í verk. Ætlanirnar skulu galda í 10 ár, men broytingar kunnu gerast í gildistíðini, um tørvur er á tí.

Í sambandi við arbeiðið at gera lands- og kommunuætlanina fyri burturkast, fara kommunur og landsmyndugleikar, við íkasti frá vinnuni, at fáa eina greiðari fatan av, hvussu tilfar frá vinnuburturkasti best kann endurnýtast ella endurvinnast. Um hetta mál best kann røkkast við kommunalum endurnýtslustøðum ella við aðrari loysn, fer helst at vísa seg, tá ið ætlanirnar eru komnar nakað ávegis.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 6. mai 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo