Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í morgun varð arbeiðið at seta upp nýggj ljós í Vágatunlinum latið tunnilsfelagnum. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, var til staðar og fekk m.a. frágreiðingar, um fyrimunir við hesi nýggju ljósskipan.

Stórur dentur er lagdur á, at ljósini í innkoyringunum til Vágatunnilin eru lagaði til ljósstyrkina uttan fyri tunnilin. Vanliga verður mett, at tað er mest vandamikið at koyra inn í tunnilin, av tí at fleiri bilførarar uppliva, at sjónin verður niðursett ta løtuna, sum koyrt verður inn í ein myrkan tunnil eftir at hava koyrt í sterkum ljósi. Við teimum nýggju ljósunum sleppa bilførarar tískil undan hesum trupulleikanum.

LM Electric hevur staðið fyri arbeiðinum og SMJ hevur staðið fyri prosjektering og eftirliti. Nýggju ljósini eru av slagnum Thorn, ið eru uppsett í fleiri norskum tunlum. Hetta eru orkusparandi LED ljós, sum gera tunnilin ljósari enn frammanundan. Við hesi nýggju ljósskipan væntar felagið minni viðlíkahaldsarbeiði frameftir.

Arbeiðið við uppsetan av ljósunum hevur gingið væl og hevur stórt sæð hildið tíðarætlanina. Undir arbeiðinum er komið fram á onnur brek, har m.a. jørðkaðal og besløg máttu skiftast út. Eykaarbeiðið hevur viðført, at arbeiðið hevur verið uml. 3 vikur drúgvari enn upprunaliga ætlað.

Samlaði kostnaðurin var á leið 7 mió. krónur. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo