At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ung fyri Miðflokkin: Ung fyri Miðflokkin hevur havt aðalfund á Gamla Apotek í Tórshavn t. 14. novembur 2022. Her var ein nýggj nevnd vald, ið hevur skipað seg soleiðis:

Formaður: Aksel Kambsskarð Berg
Næstformaður: Martin Nysted Gardar
Skrivari: Markus Mortensen
Kassameistari: Rósa Tyril Gaardlykke
Nevndarlimur: Steffan Klein Poulsen

Í sambandi við at val liggur fyri framman, varð á aðalfundinum hjá UfM samtykt at virka fyri hesum átøkum:

- At gerandisdagurin gerst lættari hjá ungum, lesandi og barnafamiljum m.a. við at lækka avgjøld á gerandisvørur, gera íløgur í lestraríbúðir og hækka lønirnar hjá lærlingum.

- At sálarheilsan hjá ungum og børnum veruliga verður sett á dagskránnað og pengar settir av til málrættaða fyribyrging og viðgerð.

- At rætturin til lív, sum tann mest grundleggjandi mannarætturin, verður staðfestur við lóg.

- At allir føroyingar hava rætt til at liva og skipa sítt lív eftir egnari sannføring m.a. um guðstrúgv, politiskar áskoðanir og kynsligan samleika. Tó skulu vit standa saman um at verja siðbundnu fatanina av hjúnarbandi, kyni og kynslívi, umframt kjarnufamiljuna sum hornasteinin í samfelagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo