Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

HUXA: Á hvørjum ári verður nýggj nevnd vald í HUXA, sum er ungamannafelagið hjá fólkaflokkinum. Nýggja nevndin varð vald á landsfundi felagsins og skipað á nevndarfundi 7. februar 2022.

Á landsfundinum vórðu ársfrágreiðing og roknskapur løgd fram, og varð roknskapurin fyri 2021 góðkendur.

2021 var eitt heldur øðrvísi ár við farsótt, tilmælum og avmarkingum. HUXA megnaði hetta tíðarskeiðið at gera vart við seg á teimum sosialu miðlunum, savna borgarliga ungdómin og virka til, at ungdómurin framvegis hevur eina aktiva rødd á borgarliga vonginum. Erling stóð á odda fyri hesum arbeiði við greiðum málum og ætlaðum. Erling Mørkøre er tí afturvaldur og ætlar at savna borgarliga ungdómin í størri mun enn til bar í 2021.

Nevndin vil samstundis takka Beini Johannesen fyri stóra arbeiðið í HUXA og eru vit sera errin av, at ein av okkara situr á løgtingi og arbeiðir fyri borgarligu hugsjónini.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Erling Mørkøre, Formaður
Rói Johannesen, Næstformaður
Oddur Norðberg, Kassameistari
Eyðstein Zachariasen, Skrivari
Teitur Friduson Andreasen, Nevndarlimur

Tiltakslimir:
Maria Muller
Jessica Cazabon Celibashi
Tummas Jóhan Í Djónastovu

Nevndin fer beinleiðis til verka og ætlar áhaldandi at upplýsa og savna borgarligan ungdóm, til frama fyri eini borgarligari framtíð í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo