Tórshavn.fo: Tórshavnar býráð samtykti á fundi 19. september 2024 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 186, 187, 188, 190 191b, 192, 193, 195 og 201, Tórshavn.
Uppskotið snýr at skipa bygging á økinum, á ein hátt sum gagnnýtir og mennir staðbundna dámin í tráð við kringliggjandi maritima umhvørvið.
Tilfar sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina fyri Vágsbotn og Skálatrøð liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 27. november 2024 til 15. januar 2025.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi 15. januar 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo