Ein av mongu fyrimununum hjá hinum ríka er, at hann hevur ráð at ganga fátæksliga ílatin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Nes kommuna hevur avgjørt at skifta klædning og vindeygu á 81-bygninginum, sigur Nes kommuna á síni heimasíðu.

Talan er um vindeygu og klædning vestureftir, eins og betonveggurin suðureftir verður klæddur.

Eisini verður eitt nýtt teknikkrúm bygt. Tá skúlin í 1981 bleiv útbygdur, bleiv eisini svimjihylur bygdur. Nú er tørvur á at endurnýggja tangar og reinsianlæg til svimjihylin. Nýggja útgerðin krevur størri pláss og tí verður eitt nýtt teknikkrúm bygt, sum er uml. 50 fermetrar til støddar. Nýggja teknikkrúmið verður bygd afturat verandi teknikkrúmið vestureftir.

Teknistovan Gøta hevur ráðgivið og gjørt útbjóðingartilfar. Útbjóðingartilfarið bleiv latið 9 veitarum og bert 1 tilboð kom inn, frá Búsetur. Tilboðið uppá samlaða arbeiðið er uppá kr. 2.945.462. Kostnaðarmetingin var uppá kr. 2.936.350.

Bygdaráðið í Nes kommunu hevur samtykt at fara undir sáttmálasamráðingar við Búsetur.  Ætlanin er at arbeiðið byrjar í summar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo