Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskaaling: Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á P/F Fiskaaling, hevur givið út grein í altjóða vísindaritinum Regional Studies in Marine Science.

Sissal V. Erenbjerg hevur í longri tíð arbeitt við FarCoast800 modellskipanini í samstarvi við Havstovuna í Bergen og universitetið í Keypmannahavn. Í verkætlanini er ein telduskipan set upp soleiðis, at til ber at síggja millum annað rákið rundan um Føroyar og landgrunnin í hægri upploysn og betri góðsku enn nakrantíð fyrr.

Eitt nú ber til at síggja, hvussu Eysturíslendskt streymrák rennur inn í føroyskt øki. Verkætlanin er soleiðis ein týðandi liður í at fáa størri vitan um rák og sjógv kring Føroyar, og serliga á tí Føroyska landgrunninum, og hvussu hetta kann ávirka vistfrøðina her um leiðir.

Til ber at lesa alla greinina her.

Verkætlanin byrjaði í 2016, og er hon fíggjað av Granskingarráðnum, Mowi, Statoil, Bakkafrost og P/F Fiskaaling.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo