Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroyska Bíbliufelagið: Nú er møguleiki hjá øllum føroyingum, at lesa og gera viðmerkingar til nýggju føroysku bíbliuumsetingina á trýst her

Leingið hevur hon verið ávegis, og nú er komið so langt, at til ber at lata alt Føroya fólk, úti sum heima, lesa 1. Mósebók í nýggju týðingini av Bíbliuni.

Tilfarið er lagt út á heimasíðuna hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo, har til ber at taka PDF-útgávu av 1 Mósebók niður. Viðmerkingar til tilfarið kunna sendast á teldupostin biblia(at)biblia.fo.

Tað var í 2016, at Hans Jacob Joensen, biskupur, sum andaðist beint fyri jól í fjør, var liðugur at umseta alla Bíbliuna, uttan Sálmarnar, til føroyskt. David Johannesen, prestur, hevur síðani týtt Sálmarnar.

Tað er stórarbeiði at týða úr hebraiskum máli, sum Gamla Testamentið er skrivað á og úr grikskum, sum Nýggja Testamenti er skrivað á. Arbeitt verður við at lesa alla Bíbliuna ígjøgnum við atliti til gudfrøðiliga trúvirðið, góðan málburð og orð, áðrenn útgávan verður løggild og útgivin.

Nógv fólk í og uttanfyri Føroyar úr ymsum kirkjum og samkomum taka lut í arbeiðinum. Føroyska Bíbliufelagið takkar øllum tykkum hjartaliga fyri ágrýtni og offurvilja í verkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo