Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ætlanin er at byggja tvær nýggjar barakkir, 160 m2 hvør, uppí verandi SOR-bygning, ein vestureftir og ein eystureftir. Bygningarnir koma tá at líkjast tí upprunaliga, sum bretar bygdu í seinna heimsbardaga.

Í Vesturbarakkini verður høvuðsinngongd og móttøka, skrivstovur til Visit Vágar, fundarhøli, almen vc, o.a.

Í Eysturbarakkini verður kafé við útisvala, har útsýnið oman á Vatn og flogvøllin er av tí besta.

Báðar barakkirnar rúma eisini parti av framsýningini, serliga nakrar stórar lutir, sum ikki er pláss fyri sum er.

Prospektið vísir eisini, at fíggjartørvurin er einar 10 mill. kr. til verkætlanina, Rakstrarætlan er eisini við, ið sýnir at raksturin fæst at hanga saman við verandi inntøkum og stuðli.

Høvuðsendamálið við nýggja prospektinum er, at fara til virki og stovnar í Føroyum og uttanlands, at útvega hesa tørvandi fígging til byggiætlanina.

Meira á heimasíðuni hjá Krígssavninum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo