Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Hvussu høvuðsumvælir tú gamla skúlabygningin á Frælsinum, meðan hann verður brúktur til undirvísing hjá Fróðskaparsetri Føroya?

Hvussu kann verandi arkitekturur í gamla bygninginum samantvinnast við nýggja felagsbygningin, sum nú verður projekteraður?

Hvussu kann nýtt samband skapast millum lonirnar í gamla Venjingarskúlanum? Og hvussu umskapar tú ein fólkaskúla frá 1960-unum til eitt nútímans universitet í dag?

M.a. hesar spurningarnar skuldu arkitektafeløg geva síni boð uppá, tá Landsverk herfyri skipaði fyri almennum útboði um, hvør skal gera heildarætlan fyri høvuðsumvælingina av gamla Venjingarskúlanum/Læraraskúlanum á Frælsinum í Havn.

Fimm uppskot komu inn, og dómsnevndin er komin til, at sp/f SNA hevur besta boðið.

Henning Larsen gjørdi eina yvirskipaða heildarætlan fyri eitt savnað Fróðskaparsetur millum J. C. Svabos gøtu og Frælsið í 2018. Hon eitur Færøernes Universitet – Strategisk Campusplan, og við útgangsstøði í henni eru tvær byggiverkætlanir nú aktuellar: Høvuðsumvæling av gamla skúlabygninginum á Frælsinum, sum verður gjørd stig fyri stig, og nýggi felagsbygningurin til Setrið í Nóatúni, sum í løtuni verður prosjekteraður.

Neyðugt er at fáa heildarætlan gjørda fyri høvuðsumvælingina nú, tí síðani stóra ætlanin fyri alt tað savnaða Setrið varð gjørd í 2018, bleiv avgjørt, at gamli skúlabygningurin kortini ikki skuldi rívast niður, men bøtast og varðveitast eins og gamli Kommunuskúlin/Finsen, og sum SNA eisini var við til at gera. Fyri at Setrið skal kunna brúka gamla skúlabygningin til sítt universitetsvirksemi krevst, at hann verður høvuðsumvældur og partvíst eisini umbygdur.

Nú SNA hevur vunnið útboðið, verður næsta stigið at gera sáttmála við Landsverk, tosa við brúkarabólkar um tørvir, og síðani gera sjálva heildarætlanina, sum verður skrokkurin at prosjektera víðari eftir.

Metingarnevndin sigur m.a. soleiðis í síni meting av uppskotinum hjá sp/f SNA:

Uppskotið hjá tilboðsgeva hevur á besta hátt tikið atlit at heildarætlanini frá 2018 og hevur eisini vinnandi uppskotið til felagsbygningin frá 2023 í huga. Hetta er sermerkt við, at tilboðsgevi megnar at samantvinna verandi arkitektur við nýggja felagsbygningin, umframt at tilboðið er opið fyri møguligum framtíðar ætlanum. Á smidligan og skynsaman hátt er skotið upp at byggja aftrat verandi bygningum og skapa nýggj sambond millum lonirnar.

Prosjektering av nýggja felagsbygninginum hjá Fróðskaparsetri Føroya hevur verið í gongd síðan juli í ár. Lesandi, starvsfólk á Setrinum og grannar eru partur av brúkarabólkum, sum verða hoyrdir í tilgongdini. Hetta skal tryggja, at toymið, sum teknar bygningin, skilir teir tørvir og tey krøv, sum brúkararnir hava til nýggja bygningin. 

Arbeiðið at høvuðsumvæla lon 5 í gamla skúlabygninginum á Frælsinum líður væl, eftir at verklagslóg um fyrsta byggistig bleiv samtykt í juni í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo