Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Hóast eg altíð havi rindað kirkjuskatt, slítið eg ikki nakra halgigátt. Í so máta burdi eg heldur flutt tað sindrið, sum fer í almenna kirkjugeiran, til eina privata brøðrasamkomu. Men tað havi eg heldur ikki gjørt. Helst tí at eg haldi, at reiðarin er hin sami, hvat tú so kallar kirkjuna, sum tú onkuntíð brúkar.

Tí eigi eg eina aktiu í kirkjuveldinum.

Samanumtikið man hin heilaga almenna kirkjan vera eins góð og hin privtafíggjaða brøðrasamkoman, hvar hon so er, mitt í býnum ella úti í haganum, við ella uttan parkeringspláss til tey, sum enn aka omaná.

Men okkurt bendir á, at nú kenna tey sær ikki hógv í almenna geiranum.

Man tað vera so galið, at í materialistisku byggiørskuni, sum Tórshavnar kommuna hevur blakað okkum býarbørn út í, er ein verðslig, potensierandi kapping um bygningar farin í gongd? 

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo