Innsent: Flestu Á-handlar í Havn hava nú fingið nýggjar og eyka effektivar fløskumóttøkur, har tú kanst stoyta allar fløskur í samstundis.
Soleiðis sleppa kundar í hesum Á-handlunum undan at koyra eina og eina fløsku í maskinuna í senn. Nú kanst tú koyra ein heila posa í einum. Hetta minkar munandi um møguligar bíðirøðir, og kundin nýtist ikki longur at fáa kleprandi fingrar, tá fløskurnar skulu latast inn aftur í býti við pant.
Nýggju fløskumóttøkurnar eru at finna í Á Sundsvegur, Á Landavegur og Á Argir. Hesir handlar taka í løtuni móti øllum fløskum, sum hesir handlarnir sjálvir selja.
Í summar kemur tó ein nýggj pantskipa í verk, og tá fara allir handlar at taka móti øllum sløgum av fløskum í Føroyum. IRF fer at standa fyri tí skipanini, sum hesa fløskumóttøkurnar eisini verða ein partur av.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



