Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í dag var avhandan í Havnardali. Talan er um tríggjar snotiligar timburbrúgvar, ið varliga leggja seg í lendið á serliga útvaldum støðum, og eitt lendisgøtukervi, sum er longt við umleið 620m.

Áhugin er stórur fyri gøtunum. Gamla brúgvin um Sandá hevur siðsøguligt virði fyri kommununa sum bygningsverk og sum minnisvarði um grótlaðarahandverkið, sum ikki er vanligt í dag.

Tí valdi Tórshavnar kommuna at seta brúnna aftur í upprunastand herfyri. Brúgvin er nú ein fagurfrøðiligur partur av kommunalu gøtuskipanini, sum einans er fyri gangandi og súkklandi.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddi frá, at tey gomlu vóru von at ganga ella ríða um áir – enntá at koyra tvørturum við hestavognum – men her úti í Havnardali var ofta trupult at koma tvørturum.

- Tað hevur leingi verið ein týdningarmikil táttur hjá Tórshavnar kommunu at raðfesta økið í Havnardali sum eitt lutfalsliga órørt og náttúruvakurt stað, og sum eitt friðskjól hjá øllum borgarum í Tórshavnar kommunu.

- Havnardalur er skapaður av jøkulsísi, við vøkrum mórenuheyggjum og eyðkendu ánni, sum fer sneiðandi og buktandi ígjøgnum lendið. Sandá er í sær sjálvum náttúrligt mark millum Flatnahaga og hagarnar vestanfyri.

- Í Flatnahaga er størsti parturin av láglendinum lagdur út til traðir og nakað til viðarlund. Vestanfyri ánna er hagi, festijørð við vanligum seyðahaldi og nakað av veltum lendi til fóðurframleiðslu.

- Kommunan og Skógfriðingarnevndin samstarvaðu í sjeytiárunum um at fáa til vega eitt størri samanhangandi øki til gróðurroyndir. Kommunan játtaði at skógarfriða eitt øki burturav Álakershaganum, og síðani varð atikað av, so at farast kundi undir at gróðurseta í 1975.

- Seinni er velt, drenað og plantað meiri. Og seinni vórðu umleið 1,3 km av góðum lendisgøtum gjørdar í samstarvi við Skógrøkt landsins. Síðani hevur økið verðið dúgliga vitjað, og góðveðursdagar er fitt av fólki á staðnum, og er tað eitt yndað summarútferðarstað hjá havnarborgarum við ánna.

- Seinnu árini hevur tað tó verið eitt ynski at geva fólki gleði av at gagnnýta ein enn størri part av økinum í Havnardali, og í februar 2019 varð einmælt samtykt í Býráðnum, at ein frílendisætlan skuldi fremjast í Havnardali.

- Ætlanina hevði Ósbjørn Jacobsen arkitektur teknað, og í ætlanini varð ein stigvís menningartilgongd skotin út í kortið, har ymisk átøk skuldu gerast fyri at menna økið sum friðsælt og vakurt frírúm, almenninginum at gagni, eisini fólki, ið kanska ikki vóru so væl gongd, og sum kanska høvdu trupult við at leypa yvir um ánna, har løðarsteinar eru.

- Nú er so enn eitt stig á leiðini fullfíggjað, sum Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur skipað.  Talan er um tríggjar nýggjar snotiligar timburbrúgvar í náttúrukendum liti, ið varliga leggja seg í lendið á serliga útvaldum støðum, og eitt lendisgøtukervi, sum er longt við umleið 620m.

- Eisini eru smærri timburbrúgvar gjørdar yvir um løkirnar á leiðini. Hegnisliga handverkið við at byggja bæði gøtur og brúgvar, hevur Ólavur Reinert, bóndi í Norðadali, gjørt.

- Í framtíðini er ætlanin at gera enn fleiri átøk í Havnardali, M.a. er ætlanin at friða ein upp aftur størri part av økinum í Havnardali, og broyta tað frá landbúnaðarøki til fríøki, at byggja almenn vesi og skýli, at skráseta søgulig støð, at byggja útsýnispallar á útvaldum og eyðkendum støðum í økinum, at knýta gøtuskipanina eina yvirskipaða gøtukervisætlan, ið vit nevna Gøturingurin, ið skal fevna um allan Tórshavnar bý, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri m.a.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo