At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í Eiðis skúla eru 93 næmingar úr forskúla til og við sjeynda flokk. Annað skúlaárið á rað hava tey umskipað undirvísingina í handverki og list. Endamálið er at gera valmøguleikarnar í lærugreinini størri.

Farna skúlaár var lærugreinin umskipað, og nýggj tilboð boðin út til næmingarnar, og samstundis eru nøkur av siðbundnu tilboðunum broytt og tillagað. Og hetta skúlaárið verður hildið fram eftir hesum leisti.

Næmingarnir í 6. og 7. flokki eru 24 í tali. Teir kunnu velja tvey evni av hesum: Evning, gagnlist, sjóvinnu/sjófeingi, smíð og bygdamentanin. Tey fáa 4 tímar undirvísing um vikuna.

Sumt av tí, sum næmingarnir kunnu velja, er kent fyri næmingarnar. Tó hevur skúlin gjørt ta broyting, at næmingar kunnu velja av egnum áhuga.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo