Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit mugu finna nýggjar loysnir til eldrarøktina, sum í dag er afturúrsigld og ov illa mannað.

Ein møguleiki kundi verið at hækka lønina fyri at ansa eldri heima. Ein slík uppgáva krevur nógv og má lønast ordiliga.

Í dag er støðan á fleiri eldraheimum ótrygg, tí tey eru so illa mannað, at tey kenna seg ótrygg, skuldi til dømis eldur komið í.

Hetta er úrslitið av at lata kommununnar yvirtaka eldraøkið. Røktin er versnað síðan tað skiftið.

Tað eru lutfalsliga nógv eldri í dag, sum væntandi fara at tørva hjálp, og vit hava hvørki starvsfólk ella røktarpláss til tað. Ellis- og røktarheim megna ikki uppgávuna nøktandi sum nú er. Vit sum samfelag kunnu ikki halda á fram í hesum leisti. Møguleikin at byggja røktarheim og og útbúgva fólk er sera avmarkaður.

Aldursbýtið ger eisini, at vit fara at mangla starvsfólk, og tí mugu vit hugsa nýggjar loysnir til nýggjar tíðir.

Sofus Hansen
Valevni á listanum hjá Sjálvstýri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo