Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tað gongur spakuliga framá við útstykkingunum í Vága kommunu. Kommunan hevur avbjóðingar av, at sera nógv virksemi er í landinum, so kapping er um arbeiðskraftina.

Støðan við útstykkingunum er henda:

- Í Vatnsoyrum var kommunan noydd at keypa meira lendi, enn biðið var um av fyrstan tíð. Kommunan hevur í dag fingið váttan uppá at fáa hetta lendi. Umhvørvisstovan væntar, at grundstykkini vera sundurbýtt um einar 4 vikur. Tá er klárt at selja stykkini.

- Í Sandavági við Stóraklett eru fundamentini til gøtuljósini nú sett og káplarnir strektir. Umhvørvisstovan kemur í næstu viku vestur at mála upp. Væntandi verða grundstykkini sundurbýtt um 6 vikur. Tá er klárt at selja grundstykkini.

- Í Miðvági við Olivarsveg er arbeiðið júst byrjað. Vónandi verður henda útstykkingin liðug í heyst.

- Av tí, at sera stórur eftirspurningur er eftir grundstykkjum í kommununi, fer býráðið áðrenn summarfrítíðina at viðgera, hvar næstu útstykkingarnar skulu gerast.

Í Miðvági standa 38 fólk á bíðilista og í Sandavági 18, skrivar Vága kommuna á heimasíðu sínari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo