Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tvøroyrar kommuna: Nógv verður gjørt burtur úr nýggjárinum á Tvøroyri, og nógv eru tey, ið síggja fram til spennandi og innihaldsríka dagin.

Longu onsdagin 28. desember verður lagt til brots á Hvítanesi, tá kyndlar skulu gerast. Jú fleiri luttaka, jú skjótari gongur, og øll eru vælkomin at hjálpa til frá kl. 17 í bygninginum hjá Teknisku deild á Hvítanesi.

Leygardagin 31.12 skipar Nýggjársnevndin fyri morgunmati á Seglloftinum, har Tvøroyrar Kommuna er vertur. Her er høvi at leggja lunnar undir ein spennandi dag og fáa eitt gott prát um tað, sum fer at fyriganga. Tiltakið verður frá kl. 10-12, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Oyrnafjall “stendur fyri skotum” frá kl. 14. Túrurin gerst alsamt betur umtóktur ár undan ári, og ikki er óvanligt, at millum 150-200 fólk henda dag leita sær niðan til fantastiska útsýnið yvir Trongisvágsfjørð. Vitjandi úr øllum landinum plaga at vera við, ja enntá fleiri fólk uttanlands. Komin oman aftur bjóða Dagmar og Heri Højsted væl smakkandi suppu til øll tey, ið máttu hava hug til tess. Veitingin av suppu støðgar kl. 18.

Kyndlagongan byrjar á gomlu Bedingini, tætt veð EL-handilin hjá Bærendsen kl. 23:30 og gingið verður í samlaðum flokki gjøgnum Húsgarð og oman til nýggjársbálið. Øll eru vælkomin at verða við í kyndlagonguni. Møtið endiliga í góðari tíð.

Stóra fýrverksshowið og bálið hjá Nýggjársnevndini byrjar sjálvandi á miðnátt. Heitt verður á fólk um at halda seg til økið sunnanfyri Ítróttarhøllina, eins og sæst á myndini. Vegirnir inn til økið, har fólk standa, verða stongdir av, og heitt verður á bilførarar um at virða vegastongsilin hetta tíðarbil. Heitt verður eisini á bilførarar um at vísa størsta varsemi og um at hugsa seg um, hvar bilurin verður settur.

Aftan á fýrverkið eru øll boðin inn í skúlahøllina til “landgangsbreyð” og sjampanju, og eisini er okkurt drekkandi til børnini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo