Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Savnsmynd

Savnsmynd

Savnsmynd

FRÆLSI og Vága prestagjald: Broyting í tiltakinum hjá Vága prestagjaldi og felagnum Frælsi nýggjársdag vegna koronustøðuna.

FRÆLSI, felagið fyri frælsan ítrott í Vágum, skipar saman við Vága prestagjaldi fyri árligu nýggjársrenningini. Hesaferð verður tað uttan guðstænastu, sum er avlýst vegna serligu støðuna í landinum.

Skipað verður tó fyri renningini, sum byrjar á parkeringsøkinum við Miðvágs kirkju kl. 14.00, og runnið ella gingið verður frá kirkjuni.

Túrur 1 er: út á Bakka og aftur til kirkjuna.

Túrur 2 er: inn á Nes og omaneftir Kovabrekkuni og aftur til kirkjuna.

Túrur 3 er:  inn til Sandavágs kirkju, og aftur til Miðvágs kirkju. Vit enda dagin við at syngja Tjóðsangin saman. Mint verður á almennu tilmælini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo