Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Gamlaárskvøld setti eg meg saman við  mínum nærmastu at hyggja at nýggjársrøðu Aksels, nývalda løgmanni. “Seinastu árini havi eg støðugt oftari ógvast við orðavalið. Tónin í kjakinum er mangan stríðssinnaður og kloyvandi, og tað birtir undir ta fatan, at ávísir samfelagsbólkar eru í stríði hvør við annan…” segði Aksel, og seinni legði hann aftrat: “Eg stúri fyri, at vit tosa fram gjáir í okkara samfelagi, og at hetta kann gera óbótaligan skaða. Tí orð hava týdning” og at “fíggindamyndirnar, sum so javnan verða málaðar, eru skeivar og hava einki gott við sær.”

Undirritaði veit ikki, um tað er samveran við teimum nærmastu hetta kvøldið, ella tað vóru orð Aksels, sum nomu við hjartastreingirnar, nú valstríðið var av, og vit í felag skuldu hyggja frameftir. Aksel bar fram, at hann ynskti og vónaði ein betri tóna í kjakinum, “tí orð hava týdning”. Sjálvur helt eg, at hetta var skilagóð og tiltrongd áminning. Tí er tað órógvandi nú um dagarnar at fylgja skrivingini  einum partamanni Aksels, sum heldur vil kjakast um persónlig motiv enn evnið sjálvt. Eru vit ikki komin fram á leið kortini?

Tann 17. mars í ár skipaði Búskaparráðið fyri eini ráðstevnu í Løkshøll um tilfeingis- og tøkugjøld. Endamálið var at fáa íkast til almenna kjakið um tilfeingis- og tøkugjøld, soleiðis at vit fáa ein breiðari pall fyri fakligum kjaki um evnið og harvið taka avgerðir við framtíðini í huga okkum øllum at gagni.

Vit fegnist um, at politiska skipanin sýnir ráðstevnu okkara áhuga. Góð undirtøka var fyri ráðstevnuni, og fingu vit góðar afturmeldingar frá politikarunum, sum tóku sær stundir at møta upp í Løkshøll hendan dagin. Fleiri landsstýrisfólk møttu upp umframt løgtingsumboð úr øllum flokkum. Tað er at fegnast um.

Loyvi mær at kom við hesi hugleiðing um tað, sum ein løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin hevur skrivað í tveimum almenn lesarabrøv um ráðstevnuna. Ella rættari um samrøðu um ráðstevnuna í Degi og Viku 17. mars við Johnny í Grótinum, lim í Búskaparráðnum. Johnny í Grótinum tók í stuttum samanum ráðstevnuna. Eftir avtalu við meg, sum formann í Búskaparráðnum, umboðaði Johnny hendan dagin Búskaparráðið mótvegis miðlunum. Hetta gjørdi hann millum annað í samrøðuni í Degi og Viku, har hann greiddi frá boðskapunum, ið vóru komnir fram á ráðstevnuni sama dagin, har hann eisini setti nøkur av mongu tølunum inn í ein føroyskan samanhang. Johnny gjørdi soleiðis sítt arbeiði sum limur í Búskaparráðnum.

Loyvi mær eisini at viðmerkja, at mín meting er, at Johnny í síni stuttu samanumtøka av eini ráðstevnu, sum vardi ein heilan dag, var loyalur í síni endurgeving av tí, ið var ført fram. Johnny gjørdi ein samandrátt av sjónarmiðum, sum blivu førd fram á ráðstevnuni, ikki hansara egnu persónligu sjónarmið. Har vóru onkur meira víðgongd sjónarmið førd fram á ráðstevnuni, eitt nú at einki tilfeingisgjald skuldi takast. Men fyri at finna fram til okkurt, sum líkist einum felagsnevnara, ið kann brúkast til føroysk viðurskifti, har semja er um at taka inn tilfeingis- og tøkugjøld, vóru hesi meira víðgongd sjónarmið ikki tikin við í samanumtøkuni hjá Johnny. Johnny setti tølini í lutfall til føroysk viðurskifti, tað verður ofta gjørt, tí annars kennast tølini fremmand fyri okkum, tá okkara viðurskifti eru nógv minni samanborið við grannalond okkara. Alivinnan í Føroym er  eitt nú væl minni enn alivinnan í Norra.

tí orð hava týdning”
Løgtingslimurin fyri Javnaðarflokkin hevur nú í tveimum almennum lesarabrøvum ákært Johnny í Grótinum í samrøðuni í Degi og Viku at vera partur av eini lobbyismu. Hetta eru sera álvarsamar illgitingar. Tí tað vildi verið lógarbrot, tá lógin um Búskaparráðið áleggur limunum í ráðnum at veita óhefta búskaparliga ráðgeving.

Tað sømir seg tí ikki løgtingslimi fyri Javnaðarflokkin at leggja eftir einum limi í alment settari ráðgevandi nevnd ella starvsfólki í almennu fyristigingini. Løgtingslimurin leggur lim í Búskaparráðnum undir lógarbrot, tá hann einans røkti starv sítt.

Tað er ikki góð kjakmentan, at løgtingslimur velur at illgita um motivini hjá limum í búskaparráðnum í staðin fyri at kjakast um sjálvt innihaldið. Í hesum førinum var Johnny einans boðberi fyri eini røð av serfrøðingum, ið høvdu lagt síni búskaparfakligu sjónarmið fram á ráðstevnuni.

Eg vóni, at løgmaður, ið er formaður fyri Javnaðarflokkin, vil taka málið upp við løgtingslimin fyri Javnaðarflokkin. Búskaparráðið kann illa liva við, at politiska skipanin soleiðis leggur persónliga eftir limum í ráðnum fyri at røkja starv sítt.

Tað fylgir ábyrgd við at sita við valdinum. Vert er at minnast til, at sitandi Búskaparráð, undanfarin Búskaparráð og áðrenn tað “Det rådgivende udvalg vedrørende Færøerne” bert eru ráðgevandi stovnar. Um politikarar, sum sita í samgongu og harvið hava valdið, velja at fylgja ráðunum ella ikki, tað liggur á politikarunum. Avleiðingarnar fær fólki at kenna. Almenn siðvenja og rættarsiðvenja er, at hesir somu politikarar, sum hava valdið, ikki gera persónsálop á umboð í ráðum og almennari fyrisiting, tá hesi røkja sína uppgávur innan sítt øki. Avleiðingarnar av slíkum er jú, at færri skikkaði fólk ynskja at luttaka í slíkum arbeiði. Tá færri ynskja at luttaka í slíkum arbeiði, fara vit at taka minni vælgrundaðar politiskar avgerðir, ráðgevingin er í fleiri førum ein mótspæl til politiska valdið.

Stendur henda støða við í longri tíð kunnu politikarar, sum bróta niður álitið á ráðgevandi nevndir og starvsfólk innan almenna geiran, hava álvarsamar avleiðingar fyri tað fólkaræðisligu skipanina og borgararnar, og minka um álitið á politiska valdið. Um starvsfólk ikki halda seg kunna tosa frítt og sjálvstøðugt, kann tað máa undan demokratisk prinsipp og leiða til minni gjøgnumskygni í landsstýrinum. Nevnda fyribrigdi kann eisini leiða til polarisering av samfelagnum, har politiskar avgerðir verða tiknar út frá ideologiskum hugskotum heldur enn fakta og evidens. Avleiðingin er minni virkin almenn umsiting, minni rættvísi fyri borgaran og ein stjórn fyri tey fáu. Haldi ikki hettar var boðskapurin hjá Akseli gamlaárskvøld.

Kjak um evnið er ynskiligt og gagnligt
Búskaparráðið valdi at skipa fyri ráðstevnuni, tí hetta er týðandi evni fyri føroyska samfelagið. Ætlanin við hesi ráðstevnu var at varpa búskaparfakligt ljós á verandi skipanir, ið krevja tilfeingisrentu í Føroyum, bæði tá tað kemur til veiðigjøld frá fiskivinnuni og tøkugjøld frá alivinnuni. Yvirskipaða endamálið við ráðstevnuni var at koma við møguligum boðum upp á tillagingar í skipanum okkara, har málið er samfelagsbúskaparligur effektivitetur og varandi burðardyggur vøkstur í búskapinum.

Hetta vísir seg eisini at vera viðkomandi, nú løgtingið er fari undir at viðgera uppskot frá landsstýrinum at broyta bæði tøkugjøldini á alivinnuna og veiðugjøldini á fiskivinnuna. Eisini sóu vit í farnuviku, at norska stjórnin legði fram nýtt lógaruppskot um tilfeingisskatt á norsku alivinnuna. Eitt uppskot, sum er grundað á frágreiðing hjá Karen Helene Ulltveit-Moe, professara í búskaparfrøði á Universitetinum í Olso, sum luttók á ráðstevnuni í Løkshøll.

Í Búskaparráðnum fegnast vit um, at forfólkini í øllum samgonguflokkkunum luttóku á ráðstevnuni.  At tey eftir ráðstevuna søgdu seg at hava fingið nakað fakligt burtur úr, sum fer at síggjast aftur í víðari arbeiðinum  at tillaga skipanirnar í Føroyum kring alivinnuna og fiskivinnuna. Her eru nógv evnir at tríva í og kjakast um.

Lat okkum heldur kjakast um evnið enn at koma við persónsálopum. Alt tilfarið frá ráðstevnuni er tøkt á heimasíðuni hjá Búskaparráðnum, har stroymingin frá sjálvari ráðstevnuni eisini er tøk. Í næstum fer Búskaparráðið eftir ætlan eisini at taka saman um mongu viðkomandi boðskapirnar, ið komu fram á ráðstevnuni. Vónandi stendst eitt gevandi samfelagskjak burtur úr tí.

Vil at enda ynskja øllum eina gleðiligar páskir.

Fróði Magnussen, formaður
Búskaparráðið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo