Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

MEST bjóðar nú smærri skipum og tvíkiljum umvælingar í góðum innandura umstøðum á skipasmiðjuni í Havn.

Høll 2 er dagførd og nýggjar størri hurðar settar í  –  eins og sunnara beding er dagførd við einum nýggjum vogni til smærri skip.

Nýggi vognurin á bedingini ger tað sera ómakaleyst at koyra skipið ella tvíkiljuna beinleiðis av bedingini og inn í høllina.

Bátar og skip, sum hava eina breidd upp í 10 metrar kunnu koma inn í høllina, sum er 30 metrar til longdar.

Innandura eru umstøðurnar góðar at sandblása, metalisera og mála skip ella tvíkiljur – eins og gera vanligar umvælingar. Í høllini eru stórir traverskranar, sum ger tað lætt at skifta eitt nú motorar.

Høllin er klár at taka í nýtslu í hesu vikuni, sigur MEST.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo