Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Dagarnar styttast, og ferðslan er nógv hesa myrku ársins tíð, og tí kemur BUBU ídag við einari áheitan til øll um at nýta endurskin.

Børn og eisini vaksin gloyma mangan týdningin av, hvussu umráðandi tað er at nýta endurskin. Tí hevur BUBU verið í upptøkuhølunum og sungið inn ein nýggjan sang, ið snýr seg um at spæla og eisini hetta at nýta endurskin.
Eftir at upptøkurnar vóru gjørdar, fór BUBU runt á spælipláss og sparkivallir, umframt eisini í ein tunnil at gera upptøkur til eitt sjónbandalag. Hetta sjónbandalagið er nú komið at liggja á vælvitjaðu youtube-rásina hjá BUBU, ið hevur útvið 4,5milliónir vísingar.

Eisini hevur BUBU gjørt eina heilsan, har hann vísir á munin, tá ið ein er uttan endurskin og eisini tá ið ein hevur endurskin, og tí hvussu umráðandi tað er at nýta endurskin í hesu myrku tíð.

Sangurin endurskin er sangur sum Ásbjørn Berhelsen hevur gjørt orð og lag til. Sangurin verður umframt á youtube-rásini, eisini at finna á geyma við fleiri nýggjum, umframt væl kendum BUBU sangum, ið væntandi kemur í sølubúðirnar fyrst í desembur.

Leinkjan til sjónbandalagið er HER

Heilsan og áminning um at brúka endurskin sæst HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo