Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Forsetin í USA Joe Biden og forsetin í Russlandi Vladimir Putin fara at hava nýggjan fund til tess at finna eina loysn á Ukraina-kreppuni.

Tað er  forsetin í Fraklandi Emmanuel Macron sum hevur boðið pørtunum til toppfundin, skrivar Reuters.

Fundurin verður eftir 24. februar, treytað av at Russland ikki ger innrás í Ukraina, vísir forsetaskrivstovan hjá Macron á.

Evnini á fundinum verða fyrireikað av uttanríkismálaráðharrunum báðum Antony Blinken og Sergej Lavrov.

Franski forsetin hevði tvær telefonsamrøður við Putin í gjár. Í USA avlýsti Biden ferð til heimstatin Delaware uttan at siga hví, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo