Tórshavnar kommuna: Í gjár læt nýggjur handil upp í søguligu hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð í Havn. Her fara Sport 24 Outdoor, Sirri og Østrøm at húsast – øll undir sama taki.
Østrøm heldur fram í verandi hølum við einum breiðum úrvali av sniðgivnum føroyskum vørum.
Sport 24 Outdoor bjóðar klæðir og útgerð til frílívið, meðan Sirri m.a. selur tógv og troyggjur úr føroyskari ull.
Eitt serligt eyðkenni við nýggja handlinum er stóra vevin, sum bæði ferðafólk og skúlanæmingar fáa høvi at royna – og á tann hátt fáa innlit í føroyskan sið- og mentanararv.
Tórshavnar kommuna fegnast um nýggja handilin og gleðist um vaksandi útboðið av góðum handlum í býnum, og at dentur samstundis verður lagdur á føroyskt tilfeingi, varðveitslu av søguligum bygningum og mentanarlig virði.
Tillukku!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



