Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Hvørt ár koma nýggir holocaustfilmar, sum hava ein trúfastan áskoðaraskara kring landið. Hesuferð er tað týski filmurin ”Der Passfälscher”, sum byggir á veruligar hendingar.

Cioma Schönhaus er 21 ára gamal jødi, sum eydnaðist at sleppa undan Gestapo í Berlin í 1942. Hann er grafikari og sær, hvussu væl hann dugir at gera følsk skjøl, serliga pass, til onnur sum flýggja undan nazistunum, og so til sín sjálvs eisini.

Søgan, sum kom fram í Frankfurt í 2004, er sjálvævisøgulig, og Schönhaus hevur skrivað hana undir langa heitinum ”Der Passfälscher. Die unglaubliche Geschichte eines jungen Grafikers, der im Untergrund gegen die Nazis kämpfte.” 

Cioma Schönhaus, sum eisini eydnaðist at geva seg út fyri at vera yvirmann í herflotanum, varð føddur í Berlin í 1922 og doyði 92 ára gamal í Sveis í 2015. Umframt søguna ”Der Passfälscher”, sum alment kom út í fjør, hevur hann skrivað ”III nach neun” (1974) og ”Aeschbacher” (2001).

Louis Hofmann, sum er føddur í Belgia og vann donsku Bodilvirðislønina í sterka krígsfilminum ”Under sandet” (2015), er ungi jødin Cioma Schönhaus, ið gevur søguni og filminum navn - Der Passfälscher.

Týska Maggie Peren (f.1974) hevur leikstjórnað filminum, sum varð frumsýndur á filmstevnuni í Berlin í fjør.

Filmsfelagið kann útvega undirvísingartilfar til lærugreinina týskt um filmin.

FILMSFELAGIÐ 24/5 kl 20:00 Pasforfalskeren (Der Passfälscher, Maggie Peren, Týskland 2022 116 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo