Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nýliga eru krøv komin frá Sundhedsstyrelsen um at allir menn ið hava illgruna um prostatakrabba skulu fáa gørt eina sokallaða multiparametriska MR skanning.

Hesar skanningar skulu gerast við einum sokallaðum 3 Tesla Skannara, ið er tann einasti skannarin ið gevur nóg neyvar myndir til at staðfesta møguliga prostatakrabbasjúku.

Slíkan 3 Tesla MR-skannara hava vit ikki í Føroyum.

- Tað er eitt krav frá Sundhedsstyrelsen at tað skal vera júst ein slíkur 3 Tesla skannari ið verður nýttur i samband við prostata diagnostikk.

- Til hettar endamál er væntað, at tørvurin í Føroyum er uml. 200 menn/árliga, ið skulu fáa gjørt hesa skanning. Hettar er tann mettið tørvurin til diagnostikk og eisini til evt. kontrol skanningar.

- Fyrimunurin við at gera MR skanning, tá ið illgruni er um prostatakrabba er, at ein kann síggja sjúkuna meiri neyvt og fyrr, soleiðis at tilgongdin í samband við víðari diagnostikk og viðgerð verður meiri neyv og mild fyri sjúklingin, sigur Jóhan Poulsen, serlækni í urologi, tá ið VP spyr.

- Sum nú er verða tiknar vevnaðarroyndir av prostata fyri at staðfest sjúkuna. Ein verður noyddur til at taka eitt stórt tal av vevnaðarroyndum fyri at staðfesta sjúkuna og oftan kemur fyri at hóast at allur vevnaðarroyndirnar eru normalar so er kortini krabbi tilstaðar í kertilinum.

- Í einum MR-skannara kann staðfestast hvar ið krabbin er, hvør ið støddin er og kann ein so við bert 1 til 2 vevnaðaroyndum staðfesta sjúkuna og hvat slag av prostatakrabba ið hettar er. Ein kann populert siga at ein multiparametrisk MR- skanning av prostata, er fyri menn hvat ið ein mammografi er fyri kvinnur.

- Einir 50 nýggir tilburðir av prostatakrabba verða árliga staðfestir í Føroyum, sigur Jóhan Poulsen, serlækni.

Umframt at kunna brúkast til multiparametrisk MR- skanning av prostata, kann 3 Tesla MR-skannarin eisini nýtast til allar aðrar vanligar MR-skanningar, bæði av heilanum, av gøgnum, av ryggi, av liðum og av beinagrind. Hettar er tann mest neyvi skannarin til kliniska nýtslu, sum nú verður nýttur á flestu sjúkrahúsum í Europa. (uptodate - upfront technology).

- Tosað hevur verið um hvar ein slíkur skannari skal staðsetast í Føroyum. Sum kunnugt eru Føroyar vorðnar eitt lítið land eftir at tunlarnir eru komnir. Plássviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum eru trong og tað er ikki gjørligt at staðseta ein 3 Tesla MR-skannara á røntgen-deildini, uttan at stórvegis útbyggingar verða framdar.

- Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi finnast góð hølisviðurskifti, hvar gjørligt er at staðseta ein slíkan skannara. Eisini finst starvsfólk, ið er ført fyri at gera skanningarnar. Í samband við keypssátmala er eisini gjørt avtala um útbúgving av radiografum, sigur Jóhan Poulsen.

Tær flestu skanningar, ið nú ver gjørdar í Føroyum, (bæði CT- og MR-skannigar) verða lýstar av røntgenlæknum uttanlands. Hettar fer fram ígjøgnum TMC, ið er eitt altjóða toymið við serútbúnum røntgenlæknum sum via internetið kunnu síggja myndir úr Føroyum og geva læknaliga lýsing av teimum.

- Fyri at kunna lýsa multiparametriskar MR av prostata, er neyðugt at røntgenlæknin hevur eina serliga serútbúgving. Tað er sostatt ikki gjørligt hjá einum vanligum røntgenlækna at lýsa MR-prostata uttan hann hevur verið á skeiðum og lestravitjan í útlondum.

- Føroyar hava í mong ár havt eina samarbeiðisavtalu við Aalborg. Allir sjúklingar ið hava álvarsamar sjúkur í landrásini, ið krevur høgt spesialiseraða viðgerð, fáa sína viðgerð í Aalborg.

- Hettar ger seg eisini galdandi fyri kvinnur ið hava bróstkrabba.

- Sostatt hava Føroyar neyvt samastarv við Aalborg Universitetshospital. Hettar ger seg eisini galdandi innanfyri røntgen lýsing av MR-myndum.

- Meiningin er sostatt at MR-skanningar framdar í tí nýggja skannaranum skulu lýsast via TMC, á sama hátt sum tað verður gjørt nú, sigur Jóhan Poulsen.

Vivíkjandi keypinum av nýggja 3 Tesla MR-skannaranum, so upplýsur Jóhan Poulsen at hetta er gjørligt við donasjón frá ídnaðarfyritøkum í Norðuroyggjum og Eysturoynni.

Raksturin fer at kunna fíggjast við heimtøku av MR-skanningum, sum higartil hava verið gjørdar í Danmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo