Amatøroyar: Í poddinum viðgera teir millum annað, at Fugloy, Skúvoy, Oyndarfjørður, Strendur og fleiri onnur valstøð koyra ivasamt valvirksemi og eru í gongd við at avdemokratisera Føroyar.
Tað verður sagt, at vit hava tørv á eksternum valobservatørum, eins og aðrar systratjóðir, ið hava valt eystur fram um vestur.
Og so undirstrika teir, at kommunukanningin hjá Lóður skal steðgast alt fyri eitt.
Og um tú heldur, at tað er minni áhugavert at tosa um politikk, spola so fram til endan og takka Framskák fyri at levera teimum báðum ein láturkrampa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo