40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landssjúkrahúsið: Um mánaðarskiftið varð Ragnar Djurhuus Hammer settur í starv sum nýggjur yvirlækni í psykiatri á Landssjúkrahúsinum. Nú eru tríggir serlæknar í psykiatri í føstum starvi á Psykiatriska deplinum.

Ragnar er 36 ára gamal og hevur lokið prógv sum serlækni í psykiatri á Aalborg Univeristetssjúkrahúsi. Ragnar er kendur á Landssjúkrahúsinum og hevur tikið partar av bæði høvuðsútbúgvingini og sum introlækni í Føroyum. Í 2016 var hann liðugur sum lækni á Københavns Universiteti.

Tað vísir seg ferð eftir ferð, at tekur tú partar av serlæknaútbúgvingini í Føroyum, so økjast sannlíkindini fyri, at tú kemur til Føroya at arbeiða eftir lokna útbúgving.

Landssjúkrahúsið fegnast um, at Ragnar hevur valt Føroyar og ynskja honum vælkomin í hópin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo